Vælkomin

Stongdir vegir í Tórshavn 20. mars

Í sambandi við felagssangin á Vaglinum fríggjakvøldið 20. Mars, verða hesir vegir stongdir frá kl. 20.00 til 01.00:
Havnargøta, Kopargøta, Áarvegur, Mylnugøta, Niels Finsens Gøta (niðan til Steinatún), Sverrisgøta, Tórsgøta, Vágsbotn (frá Skálatrøð) og Undir Bryggjubakka.
Ferðslan verður einvegis í Sigmundargøta niðan móti V. U. Hammersheimsgøta.

Meira fæst at vita á www.torshavn.fo og www.solareclipse.fo

Sí kort her.
Tórshavnar kommuna