Vælkomin

Mannagongd fyri eygnavernd

Mannagongd fyri eygnavernd undir fullari sólarmyrking

Full sólarmyrking er, tá ið mánin fer framvið sólini og fjalir alla sólarflatuna. Tann 20. mars 2015 fara Føroyar at uppliva eina fulla sólarmyrking. Niðanfyri eru nøkur góð ráð til tey, ið fara at hyggja at sólarmyrkingini.

1. Hyggi ikki beinleiðis eftir sólini uttan at hava góðkenda eygnavernd. Vandi er fyri at fáa varandi mein av at hyggja beinleiðis eftir sólini í sambandi við eina sólarmyrking.

2. Neyðugt er at nýta serligar verndarbrillur ella filtur, ið eru gjørd til at seta á teleskop ella kikara, fyri trygt at kunna hyggja eftir sólarmyrkingini.

3. Verndarbrillur eiga at verða brúktar frá byrjanini um morgunin, 20. mars klokkan 08:38, tá sólarmyrkingin byrjar. Tá mánin fjalir alla sólarflatuna, kanst tú hyggja við berum eygum at sólarmyrkingini uttan verndarbrillur. Fulla sólarmyrkingin byrjar umleið klokkan 09:40-09:42 (alt eftir, hvar í landinum tú ert stødd/staddur). Beint eftir fullu sólarmyrkingina, mást tú aftur brúka serligu verndarbrillurnar.

4. Viðmælt verður, at tú einans keypir brillur, ið eru alment góðkendar at vera tryggar til nýtslu undir sólarmyrking. Áðrenn tú keypir brillur, kanna um CE góðkenningarmerkið stendur á innaru síðuni á brillunum. Um einki góðkenningarmerki stendur á brillunum, spyr so, um tú kann síggja eina góðkenningarváttan.

5. Áðrenn brillurnar verða brúktar, kanna væl um skøvur ella skaði er á brillunum. Um so er, skula tær ikki verða brúktar, tá tær tá ikki eru tryggar sum eygnaverja.

6. Ikki hyggja beinleiðis ígjøgnum kikarar, teleskop ella myndatólasjóneygu. Brúka ikki vanligar sólbrillur, negativ frá filmi ella røntgenmyndir sum eygnavernd at hyggja eftir einari fullari sólarmyrking. 7. Ein tryggur háttur at hyggja eftir sólarmyrking er við millum annað pinhole1 , kikara ella teleskop, sum hava serlig filtur til at hyggja eftir sólini. Hygg inn á www.solareclipse.fo, har kunnað verður um trygdina undir fullari sólarmyrking. Eisini er leinki við kunnleika um filtur til teleskop ella kikarir. 8. Eftirlit eigur at verða havt við børnum, soleiðis at tey fáa neyðugu eygnaverndina í sambandi við sólarmyrkingina.