Vælkomin

Tryggingarviðurskifti

Tíbetur hendir tað ikki ofta, at skaðar henda, sum leigarar hava gjørt á ogn hjá útleigara.

Tað er tó týdningarmikið at vísa á nøkur viðurskifti, tá útleigað verður.

Vanliga dekkar Sethúsatryggingin hjá tær, um tað henda skaðar á ognina, so sum glas –,  eld- ella vatnskaði.

Innbúgvstryggingin fevnir um innbúgvið.
Tá leigað verður út, er týdningarmikið, at lutir sum hava virði fyri útleigaran, sum hann/hon á ongan hátt vil missa ella brotna, ikki standa frammi í leigutíðarskeiðinum. Tí tryggingin tekur oftast ikki við um okkurt brotnar ella verður burtur í leigutíðarskeiðinum. Um slíkt hendir, skal tað meldast sum stuldur til løgregluna. Tó eru hesir lutir,eins og innbúgvið tryggja um eldur kemur í ella líknandi vandar uppstanda.

Havast skal í huga, at tann sum leigar vanliga hevur eina ábyrgdartrygging í ferðatryggingini, sum kann dekka brot o.a.
Spyr teg fyri hjá fyritøkuni, sum hevur samband við kundan, um tann ferðandi hevur ferðatrygging, sum dekkar hetta.

Hevur tú spurningar ella ivamál viðv. tínum tryggingarviðurskiftum, set teg so í samband við títt tryggingarfelag.