Vælkomin

Skattaviðurskifti

Á heimasíðuni hjá TAKS stendur nakað um inntøku av húsaleigu. http://taks.fo/00004/01205/01258/

Tá tað kemur til inntøku av summarhúsum, so er ikki møguligt at brúka tann uppgerðarháttin sum eitur “Bruttoinntøka av húsaleigu”, tí tá skal verða talan um bústaðarendamál og tað verður útleigan av summarhúsi í x antal dagar ikki roknað sum – hetta stendur á niðara parti av síðuni.

Ístaðin skal tú gera inntøkuna upp við roknskapi, og verður inntøkan løgd afturat tínari vanligu inntøku og skattað sum vanlig inntøka. Men tá vit nú koma inn á útleigin í x antal dagar innanfyri eitt ár, so skal viðkomandi bara minnast til at møguligar útreiðslur eisini skulu niðurroknast, soleiðis at frádráttur bert fæst fyri útreiðslurnar, sum hava við útleigaðu dagarnar at gera.

 

DØMI:

Eitt summarhús verður í 2015 útleiga í    30 dagar á 250 kr.   íalt kr. 7.500

-          SEV 30/365                    kr. 10.000 um árið/365*30               kr.     828

-          Olja 30/365                    kr. 20.000 um árið/365*30              kr. 1.644

-          Brunatrygging               kr. 1.000 um árið/365*30                  kr.       82

-          Oljufýrservice               kr. 300 um árið/365*30                     kr.       24       

-          Upphædd at skatta                                                  kr. 4.922